Innanlands

Helt seg síggja livandi ljós í vindeyga

Løgreglan var á vitjan í húsum í nátt, tí stúrin borgari helt seg síggja livandi ljós í vindeyganum. Tað vísti seg tíbetur at vera battarírikin ljós

2021-07-02 08:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum klokkan tvey og trý í nátt var ein stúrin borgari í Hoyvík, sum boðaði løgregluni frá, at hann helt seg síggja livandi ljós í einum vindeygakarmi.

Fráboðarin hevði bankað upp á dyrnar, men eingin svaraði. Ein patrulja hjá løgregluni var sendur út, og fekk fatur á húsfólkinum.

Tað vísti seg tíbetur ikki at vera vandi á ferð. Talan var um battarírikin ljós, sum ikki vórðu sløkt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað er gott at fólk eru vakin, tá tey halda seg síggja slíkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder