Nøkur ferðslumál vóru í høvuðsstaðnum í gjár, og tey vóru heldur margháttilig.
Vakteleiðarin upplýsir, at eitt ferðsluóhapp var við Oyggjarvegin fyrrapartin í gjár. Hetta var, tá eitt ferðafólk ólógliga legði út fyri ein annan bilførari, tá viðkomandi skuldu koyra út frá Hotel Føroyum.
Útlendski bilførarin rendi í síðuna á hinum, og lutfalsliga stórur materillur skaði var. Tó var eingin fólkaskaði.
Talan verður eina bót, men av tí at talan ikki er um eitt føroyskt koyrikort, so fær føroyska løgreglan ikki gjørt nógv meira við hetta.
Haran á Marknagilsvegnum
Seinni í gjár merkti ein bilførari okkurt koma inn á síðuna á bili sínum, tá viðkomandi kom koyrandi eftir Marknagilsvegnum.
Fyrsti trúði førarin, at talan var um eitt smálamb, ið fleiri og fleiri síggjast av fyri tíðina.
Hann støðgaði og fór at kanna málið. Hetta vísti seg at vera ein hara, sum var komin rennandi inn í síðuna á bilinum. Hon var deyð av løstinum.
Vaktleiðarin segði annars eisini, at tað koma fleiri fráboðanir í Havn um kampingvognar, sum standa ólóliga parkeraðir: Slíkir kunnu ikki standa á vanligum almennum parkeringsplássum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald