
Tað verður nógv tosað um at vinna greipuna í ítróttinum í júst hesum døgum. Í vinnulívunum er hugtakið eisini at síggja.
Nevndarformaður í størsta føroyska felagnum, Rúni M. Hansen, og stjórin, Regin Jacobsen, hava í mong ár staðið á odda fyri Bakkafrost. Tey síðstu árini er felagið vorðið ein týðandi leikari á altjóða alipallinum. Í nýliga útkomnu bókini, "Av føroyskum firðum út í stóru verð”, um Bakkafrost, sigur Líggjas í Bø, vinnulívsmaður, m.a. um hesar báðar, at teir eru gull verdir:
”Og tann greipan, Regin Jacobsen og Rúni M. Hansen, er nógv meira verd enn bara eitt pluss eitt,” sigur kendi norðingurin.
Líggjas í Bø, sum var ein av teimum fyrstu at ala í Føroyum, heldur eisini, at alingin er nógv betur fyri í dag. Størsti vandin er sjúka.
”Vit eru tó nógv sterkari í dag. Vit sóu tað herfyri, tá illgruni var um, at ILA aftur var í alilaksi í Hvannasundi. Allar skipanir eru so góðar í dag, trygdarskipanir og aðrar skipanir. Og eg meini, at longu áðrenn ILA-sjúkan í Hvannasundi varð endaliga staðfest, høvdu teir slaktað allan fiskin. Og soleiðis sum vinnan er útgjørd í dag, so tekur tað bara eina viku at tøma ein heilan fjørð," sigur Líggjas í bókini um Bakkafrost.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald