Innanlands

Hendan myndin fekk løgtingslimir at undrast

Er tað Landsverk ella NCC sum ger Dalstunnilin, vildu løgtingsfólk í vikuni hava at vita

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-14 09:33 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum mikudagin, kom fram, at NCC er við í arbeiðinum at gera Dalstunnilin.

Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um Dalstunnilin, og undir orðaskiftinum spurdu tingfólk hvør tað veruliga var, sum gjørdi tunnilin.

- Eg sá eina mynd á Portalinum, har tað varð skotið fyri Dalstunlinum, og tað vóru menn frá einum norskum byggifelagi sum gjørdu arbeiðið. Endamálið við hesum var, at serkunnleikin skuldi vera í Føroyum, segði Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, og sum eigur hugskotið at seta eitt tunnilstoymi at gera ymsar tunlar.

Eisini Høgni Hoydal og spyrjarin Jóhannis Joensen undraðust á hetta við, hvør tað er, sum borar tunnilin.

Jørgen Niclasen svaraði, at man hevur fingið serkøna hjálp inn at leggja sær lag á.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder