![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Hennes & Mauritz er byrjað uppá eina altjóða ætlan at minka um kostnað og at hækkað um virkisføri. Hetta hevur við sær nakrar bygnaðarligar broytingar á hægri støði í stóru svensku fyritøkuni, men tað hevur eisini við sær, at tað verður minkað um starvsfólksfólkatalið.
Hesum boðar H&M Group frá í kunningarskrivi í dag. Greitt er, at 1,500 starvsfólk hjá Hennes & Mauritz kring heimin verða søgd úr starvi.
Hetta skal, sambært metingum hjá fyritøkuni, spara umleið tvær millardir svenskar krónur - 1,36 milliardir danskar krónur. Sparingarnar skulu síggjast aftur í úrslitinum fyri seinnu hálvu í 2023, skrivar HM Group.
Forstjórin Helena Helmersson sigur, at nýggja ætlanin inniber, at hyggja uppá alla skipanina í felagnum, og at tey eru greið yvir, at summi starvsfólk verða ávirkaði - tey skulu tó stuðlast í at á besta háttin taka næsta fetið.
H&M hevur útvið 5.000 handlar kring heimin, og áleið 107.500 fólk í fulltíðarstarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald