Innanlands

Henny á Líknargøtu forkvinna í Ferðavinnufelagnum

Nevndin skipaði seg fríggjadagin við við Henny á Líknargøtu frá Smyril Line sum forkvinnu og Árna Olsen sum næstformanni

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2024-10-07 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á nevndarfundi fríggjadagin skipaði nevndin í Ferðavinnufelagnum seg við Henny á Líknargøtu frá Smyril Line sum forkvinnu. 

Árni Olsen frá Atlantic Airways, sum hevur verið formaður seinastu árini, er næstformaður.

Hini í nevndini eru Hans Jákup Kollslíð frá HK-Bussum, Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog, Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus og Mimmy Vágsheyg frá Kafe Fríðu, sum er virkin tiltakslimur, skrivar Vinnuhúsið.

Í nevndini eru sostatt:

  • Henny á Líknargøtu, forkvinna
  • Árni Olsen, næstformaður
  • Hans Jákup Kollslíð
  • Sakaris Frederiksen
  • Jenny í Heiðunum
  • Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder