
Fríggjadagin 7. mai var aðalfundur hjá Ferðavinnufelagnum á Hotel Føroyum.
Á aðalfundinum stóðu Aleth Nielsen, Sakaris Frederiksen, og Hans Jákup Kollslíð fyri vali, og vórðu øll afturvald. Tórstein Christiansen, tiltakslimur takkaði fyri seg, og í hansara stað varð Mimmy Vágsheyg vald, skrivar Vinnuhúsið.
Eftir at nevndin hevur skipað seg, er greitt, at Henny á Líknargøtu og Árni Olsen halda fram sum ávikavíst forkvinna og næstformaður.
Nevndin er nú skipað soleiðis:
- Henny á Líknargøtu, forkvinna
- Árni Olsen, næstformaður
- Hans Jákup Kollslíð
- Aleth Nielsen
- Sakaris Frederiksen
- Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald