Uttanlands

Henrik Dam Kristensen verður fólkatingsformaður

Nývalda fólkatingið kemur saman í morgin at velja nýggjan formansskap

Henrik Dam Kristensen (Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

Henrik Dam Kristensen (Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

2019-06-20 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður royndi sosialdemokratiski fólkatingslimurin, Henrik Dam Kristensen, sum tekur yvir formanssessin, tá fólkatingið kemur saman í dag. Tað veit blaðið Jyllands-Posten at siga.

Forkvinnan fyri danska javnaðarflokkin, Mette Frederiksen, hevur fingið stuðul fyri at velja roynd politikaran til tingformann.

Fyrrverandi postmaðurin hevur drúgvar royndir í politikki. Hann hevur verið ráðharri fleiri ferðir, og seinastu tingsetuna, meðan Pia Kjærsgaard hevur verið fólkatingsforkvinna, hevur Henrik Dam Kristensen eisini verið partur av formansskapinum.

Fólkatingið kemur saman at velja formansskapin í morgin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder