2019-09-20 16:38
Í hesum døgum hevur Tingmannaráð Útnorðurs havt fund í Føroyum, har ráðið hevur skipað seg.
Sambært in.fo er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum vorðin nýggjur formaður, eftir Kára P. Højgaard, sum ikki stillaði upp aftur til seinasta løgtingsval.
Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum er næstforkvinna, og hini føroysku umboðini eru Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Poul Michelsen úr Framsókn, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.
Seks limir eru eisini úr Grønlandi og Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald