Innanlands

Her er ikki loyvt at koyra

Fýra bilførarar fingu klipp eftir lítlari løtu í gjár, tá løgreglan gjørdi átak í Marknagili

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2022-07-21 09:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki loyvt at koyra frá Janusargøtu og oman til útkoyringina á Hans Andriasar gøtu.

Hetta máttu fýra bilførarar ásanna í gjár, tá løgreglan stóð fyri teimum. Útkoyringin er nevniliga bara til bilar, sum koma eftir Hans Andriasar gøtu framvið Skúlanum á Fløtum og ætla sær út á Marknagilsvegin.

Eftir stuttari løtu vóru fýra bilar steðgaði og allir fýra bilførararnir fingu klipp í koyrikortið.

- Tá hatta kann fáast eftir lítlari løtu, vera vit nokk aftur har úti onkran dagin, verður sagt av løgreglustøðini í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder