
Drekkivatnið stóð í strálum niðan á Stangarvegin norðan fyri Kósina, tá tað knappliga kom brot á kommunala vatnleiðningin við Ánagjógv í morgun.
Skrúvað er nú fyri vatninum, og fólk frá kommununi eru farin undir at skifta oyðilagda partin av vatnleiðingini út. Enn ber ikki til at siga, nær vatnið aftur rennur sum vanligt til virkir og húsarhald í Klaksvík.
Hesi økini liggja í vatnloysi: Øll eystara síða í Klaksvík, Ánirnar, Norðhavnin, Norðoyri og teir niðastu partarnar á vestaru síðu í Klaksvík.
-
(Mynd: Eyðun Høgnesen)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Eyðun Høgnesen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald