Fyri fyrstu ferð síðani 2019 verður Norðoyastevnan - av álvara - hildin.
Fyrsta summarstevnan, har millum annað fyrsti FM-róðurin verður rógvin, er hesu ferð eitt sindur fyrr enn vanligt.
Pál Weihe heldur midnáttarrøðuna.
Niðanfyri sæst skráin, sum hon er sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Hósdagur 26. mai
Kl. 11.00: Christianskirkjan: Hanus á Gørðum, sóknarprestur hevur guðstænastuna. Kristi himmalfarðardag
Kl. 17.00 – 18.30 Skákið - á Gerðagøtu 3. Talvkapping fyri børn og ung. 4. flokkur og yngri
Tilmelding á staðnum. Heiðursmerki verða latin
Kl. 19.00: Í Atlantis. Filmur: Top Gun. Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.
Kl. 19.30 – 21.00 Skákið - á Gerðagøtu 3. Talvkapping fyri børn og ung. 5. flokkur og eldri
Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum
Kl. 20.00: Christianskirkjan. Haderslev Domkirkes Drengekor
Við í framúr góða kórinum eru 56 sangara úr nýggju ára aldri og uppeftir. Hava verið við til fleiri ymsar kappingar. Tú kanst hitta og hoyra hetta serstaka kóri í Christianskirkjuni
kl. 20.00: Soli Deo Gloria – Klaksvíksvegur 56. Ungdómsmøti v/ Eriku Kristiansdóttir Winther.
Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?
Fríggjadagin 27. mai
Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin
kl. 09.00 – 14.00 Norðoyastevnu brunsj - sjálvtøkuborð
Kl. 12.00 – 21.00 Vanlig matskrá
Kl. 09.30 –12.00 Café Gloria – Stangavegur 16. Caféin selur morgunkaffi og -te við onkrum góðum afturvið
K.10.00: Morgunsangur á Café Gloria – Stangavegur 16
Klaksvíkar bókasavn
Søguhugni – Tiltak fyri børnum undir skúlaaldri
Vit fara at lurta eftir søgu og syngja sangir
Kl. 12.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum. Vanlig matskrá
Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn. Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum
Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini.
Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.
Kl.14.00 - 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum. Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum. Nógvar nýbakaðar køkur og gott at drekka
Kl. 16.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen letur upp. Til ferniseringina heldur Bartal Augustinussen røðu og Benjamin, Son of Fortune syrgir fyri tónleikinum. Aftaná verður lætt ábit
Kl. 16.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen
Kl. 17.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum. Í Royndini Fríðu.
Kl. 18:00: Pike: Upphiting til KÍ - EB/Streymur
TIVOLI-økið við vøllin
kl. 18.00 – 24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 18.00 – 24.00 Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 18.00 – 24.00 Stórt hoppiland á Akursmørk
Kl. 18.00 – 20.00 Útitalv við Tingstaðið í Vágstúni. (um viðrar)
Útitalv við stóru talvfólkunum.
Kl. 18.30 – 22.00 KFUM og K - Gerðagøta 16. Kondibingo. KFUM og K-skótarnir skipa fyri kondibingo. Til ber eisini at keypa sær ein drekkamunn.
Kl. 19.00: við Djúpumýru. Betri deildin menn 2022: KÍ - EB/Streymur
Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun. Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.
Kl. 20.00: Crescendo í Christianskirkjuni. Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjar í Klaksvík á Norðoyastevnu. Tey hava eina samansetta konsert av kirkjuligum tónleiki. Eisini er ein partur við donskum og føroyskum sangum.
Kl. 20.00: Emmaus – Uppsalagøta 10, Ungdómsmøti v/ Hjalmar Arge
Kl. 21.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Ungdómsmøti við Jeffri Johannesen. Lilja Klein Joensen kemur eisini at framføra.
Kl. 21.30: í Dávavirkinum. Konsert við Páll Brim og Adrenaline í Dávavirkinum. Øll eru hjartaliga vælkomin! Konsertin er ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata eitt oyra til nýtt videolag hjá Adrenaline. Eisini fáast Adrenaline t-blusir til keyps.
Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?
Kl. 21.00 - 03.00 Skálin, Bøgøta 11. Uppá gólv og tá - Klaksvíkar Dansifelag. Almennur dansur í Skálanum. Á skránni verða bæði føroyskur og harmonikkudansur.
Kl. 21.00: Føroyskur dansur
Kl. 22.00: Harmonikudansur
Kl. 23.00: Føroyskur dansur
Kl. 24.00: Harmonikudansur
Kl. 01.00: Føroyskur dansur
Kl. 02.00 - 03.00: Harmonikudansur
Kl. 22.30 - 03.30 Roykstovan - Pub quiz. Pub quiz v/ Kristian Joensen verður - 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd
00.00 – 03.45: Pike. Jens Marni spælir og syngur
Leygardagin 28. mai
Kl. 09.00: við Djúpumýru. Dreingir U13 C1 millumumfør 2022. KÍ c, B36 c, B36 e, EB/Streymur c
Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin. Kl. 09.00 – 14.00 er brunsj - sjálvtøkuborð
Kl. 12.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum Í Royndini Fríðu.
Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn. Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum. Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini. Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.
Føroya Bjór renningin – við Føroya Tele børn, vaksin við Akursmørk
Kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1977-2008) – 5 km
Kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f. 1967-1976) – 5 km
Kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f. 1966 ella fyrr) – 5 km
Kl. 11.40 Dreingir-7/Gentur-7 (f. 2015 ella seinni) – 450 m
Kl. 11.50 Dreingir-10/Gentur-10 (f. 2012-2014) – 450 m
Kl. 12.00 Dreingir-13/Gentur-13 (f. 2009-2011) – 900 m
Kl. 12.15 Heiðursmerkjahandan við Norðoya Sparikassa
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF – www.treysti.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 27. mai kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn.
Kl. 13.15: við Djúpumýru. Dreingir U13 C2 millumumfør 2022. KÍ d, NSÍ c, B36 d, FC Hoyvík b
TIVOLI-økið við vøllin
kl. 14 - 01: Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
kl. 14 - 01 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 14 - 01 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01 Fisk og Chips søla á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01 Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01 Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum
kl. 14 - 01 Stórt Hoppiland á Akursmørk
kl. 18 (Áftaná kappróðurin) 24” Bekk-lið-Etikapping – Manningin á áttamannafarinum, Nevinum Reyða fer at kappast um, hvør er Føroya Størsti átari 2022. Kappingin fer fram uttanfyri Hjá Frank – Bøgøta 12.
kl. 19 - 20 Countrybólkurin á Tivoliøkinum
14.00 - 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum. Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum.
Kl. 15.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen
Kl. 16.00 – 20.00 Miðhøllin á Skúlatrøð. Norðoyastevnuframsýningin 2022. Klaksvíkar Rotary Klubbi skipar fyri
Kl. 18.00 Heiðursmerkjahandan – Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, handar steyp og heiðursmerkir eftir kappróðurin á vestaru bryggju
Kl. 18.00 – 24.00 Pike: Kokkurin grillar á terassuni uttanfyri Pike
Kl. 19.00 við Djúpumýru. 3. deild menn innl. C 2022. KÍ - Víkingur a
Kl. 19.00 – 23.00 Klaksvíkar svimjihøll í Vælveruøkinum. Kvinnukvøld í Vælveru í Klaksvíkar svimjihøll. Har eru góðar umstøður - inni er heilsuklivi, dampbað og gosbað. Uttandurða er gosbað, kaltvatnskar, kaltvatnsspann og sauna. Meir kann lesast á www.saunagos.fo og har kanst tú keypa atgongumerki.
Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun: Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.
Kl. 20.00: Pike: Champions League finalan verður víst
Kl. 21.00: Í Vágstúni. Betesda hevur útimøti niðanfyri Føroya Bók. Góður tónleikur og sangur við m.a. sangbólkinum, Vitin
Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?
Kl. 22.30: Í Vágstúni. Live-tónleikur á pallinum í Vágstúni. Herborg Torkilsdóttir syngur og spælir.
Kl. 23.00: Í Vágstúni. Felagssangur við góðum undirspæli frá Fuglafjarðar Harmonikufelag
Kl. 23.30: Í Vágstúni – á stóra pallinum. Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik. Á stóra pallinum í Vágstúni
kl. 23.30 – 03.45 STÓR-dansur í KÍ-høllini við Herborg Torkilsdóttir og Ratchid. 18 ára adursmark - NFÌ skipar fyri
Kl. 24.00: Midnáttarsamkoma - Í Vágstúni. Kyndlagonga kemur í Vágstún. Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu. Eftir midnáttarrøðuna verður stórt fýrverkarí sent upp.
Kl. 24.00: KFUM og K - Gerðagøta 16: Midnáttarcafé - eftir fýrverkið. við tónleikaframførslum og suppu
Kl. 24.00 - 03.45 Roykstovan - Livandi tónleikur. Live tónleikur við Frankie Jensen og Ási Mikkelsen. 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd.
Kl. 24.00 – 03.45: Pike: Tónleikur & dansur
Sunnudagin 29. mai:
kl. 11.00 Christianskirkjan. Øssur Kjølbro, prestur hevur Norðoyastevnugudstænastuna
kl. 12.00 Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56. Møti við vitjan úr Esbjerg. Eftir møtið verður miðmáli
Kl. 14.00 Skrúðgonga og Norðoyastevnurøða
Skrúðgonga – Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdarráðslimir úr Norðoyggjum, skótar og ítróttarfólk fara úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Jóhanna á Bergi, stjóri flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Kl. 14.45 KFUM og K - Gerðagøta 16. Eftir skrúðgonguna í Vágstúni. Norðoyastevnu café við tónleiki
TIVOLI-økið við vøllin
kl. 14 - 23 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 14 - 23 Fisk og Chips søla á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23 Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23 Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23 Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum
kl. 14 - 23 Stórt Hoppiland á Akursmørk
kl. 18.00 Undirhald: Trølla Pætur og Omman (trøllini) undirhalda á Tivoliøkinum (við fótbóltskýlið)
kl. 20 - 21 Bára Silvansdóttir syngur á Tivoliøkinum
kl. 21 - 22 Karstin Danielsen og Rani Nolsøe syngja á pallinum á Tivoliøkinum
Kl. 15.00 – 20.00 Miðhøllin á Skúlatrøð. Norðoyastevnuframsýningin 2022. Klaksvíkar Rotary Klubbi skipar fyri
Kl. 15.00 – 19.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum Í Royndini Fríðu.
Kl. 15.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið: Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen
Kl. 15.00 við Djúpumýru. Betri kvinnur 2022. KÍ - NSÍ
Kl. 17.30 við Djúpumýru. U21 Dreingir innl. B 2022. KÍ b – Víkingur
Kl.18.00 KFUM og K - Gerðagøta 16. Møti við Ann Hermansdóttur, presti. "Jesus er keldan til ávøkst" Nátturði verður aftaná.
Kl.18.00 Emmaus – Uppsalagøta 10. Møti v/ Atla Rasmussen. Sunnudagsskúli undir møtinum. Vit grilla eftir møtið
Kl.19.00 Betesda - Útgávukonsert til heiðurs fyri Árna Jacobsen, sála. Nýggja fløgan er sungin og innspæld við sangum, sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týdd. Á fløguni eru seytjan sangir, sungnir av Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitanum og Zamar.
Ein sangur verður sungin av børnunum hjá Árna og Elisabeth.
Steðgur verður við einum góðum drekkamunni. Høvi verður at ogna sær fløguna.
Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun - Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.
Kl. 20.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Opið hús við borðspælum, drekkamunni, borðtennis o.a
Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald