Mentan

Her er ólavsøkuskráin

Skrúðgongur, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssangur, midnáttarsangur, føroyskur dansur og mangt annað á ólavsøku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-28 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vælkomin til skrúðgongur, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku.

Tú sært alla ólavsøkuskránna í tiltakskalendaranum Tímin, sum bæði finst á føroyskum og enskum. Skráin fæst eisini í prentaðum líki í handlunum og í kunningarstovuni í Steinatúni.

Gev tó gætur, at fleiri broytingar eru gjørdar, síðan skráin varð prentað og borin út í handlarnar. Millum annað er landskappingardysturin hjá Betri kvinnum avlýstur, meðan mong onnur tiltøk eru løgd afturat, so hvørt sum fyriskiparar leggja síni tiltøk út á Tíman.

Vilt tú tryggja tær, at tú sært eina dagførda skrá, er tí skilabest at halda seg til Tíman. Á kunningarsíðuni hjá kommununi um ólavsøkuna 2024 kanst tú lesa alt um ferðsluna og trygdina á ólavsøku.

Tímin (á føroyskum)

Tímin (á enskum)

Ólavsøka 2024

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder