Um vikuskiftið verður ovastevna á skránni í Nólsoy, og ovastevnan í ár verður tann besta nakrantíð, eru fyrireikararnir sannførdir um.
Skráin er pakkað við stuttligum og spennandi tiltøkum og fjølbroyttum tilboðum til gaman og álvara.
Skráin sæst niðanfyri:
Fríggjadagin 13. august
09:30 Matvørubúðin er opin til kl. 19:00
10:00 Kunningarstovan er opin til kl. 17:00
13:00 Maggie’s er opið til kl. 00:00
14:00 Heimavirkið er opið til kl. 17:00
17:00 Neystkafé selur drykkivørur, turran fisk, kips og bollar frá Maud við nýtiknari
salat/skinku/osti
19:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 04:00
19:00 Kabarettin “That’s what sker” í Royndarhúsinum
21:00 Aftankvirra í Nólsoyar kirkju, kórið Silvitni syngur
21:30 Andakt í Nólsoyar kirkju við Ann Hermansdóttir, presti
22:00 PubQuiz við Karlot í tjaldinum á keiini
00:00 Edith and the Edibles spæla í tjaldinum á keiini
Leygardagin 14. august
08:45 Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 10
09:00 Matvørubúðin er opin til kl. 20:00
10:00 Morgundypp á Malarenda
10:00 Lamaland selur vaflur í neystinum hjá Pola
10:00 Kunningarstovan er opin og selur kaffi/køkur til kl. 17:00
11:00 Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin
11:30 “Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava”. Søguforteljing um matmentan og grønmetisframleiðslu + brellbitar. Byrjar uttanfyri Maud’sa køkshava
12:00 Grýturætturin hjá Theresu fæst til keyps á keiini
12:15 Heiðursmerkjahandan til rennarar og svimjarar úti á Veg
13:00 Maggie’s er opið til kl. 04:00
14:00 Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur stevnuna undir Mikkjalsveggi, Havnar hornorkestur spælir
14:00 7D-biografur letur upp úti á Veg, opið til kl. 22:00
14:30 Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00
14:30 Barna- og familjutiltak á Malarenda til kl. 18:00
14:30 Barnabasarur – børn selja úti á Veg
15:00 Havnakórið hevur konsert í kirkjuni
15:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 04:00
15:00 Spæliplássið á Látrinum er opið til kl 18:00
15:00 Neystkafé selur drykkivørur, turran fisk, kips, bollar við nýtiknari salat/skinku/osti og nýtikna salat frá Maud til kl. 04:00
15:00 Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00
15:00 Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg, opið til á miðnátt
15:00 Heimavirkið er opið til á miðnátt
15:00 Litir, orð og tónar í pakkhúsneystinum, listaframsýning við lokalum listafólkum. Opið til kl. 17:30
15:00 Boing-bóltar á Mýrini
15:30 Gongutúrur í bygdini við Jógvani Thomsen, byrjað verður uttanfyri Kunningarstovuna
16:00 Orð og tónar, livandi spælimanstónleikur og nýggjar og gamlar yrkingar verða lisnar í pakkhúsneystinum
16:30 Fuglafjarðar sangkór hevur konsert í kirkjuni
17:00 Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
17:00 Kabarettin “That’s what sker” í Royndarhúsinum
18:00 Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr ”101 kórsangur”
18:30 Sjónleikurin “Lítli Klávus og stóri Klávus” verður framførdur á keiini.
19:00 Lamaland selur súpan í neystinum hjá Pola
19:00 Kabarettin “That’s what sker” í Royndarhúsinum
19:30 Brimhvítt, tónleikaframførsla á keiini
21:00 Danny & Ingi, tónleikaframførsla á keiini
22:00 Felagssangur við fylgispæli á keiini
23:00 Signar í Homrum spælir í tjaldinum á keiini
23:00 Føroyskur dansur í erva í Royndarhúsinum
00:00 Dansur í Royndarhúsinum við Fimmboða Lisberg
Sunnudagin 15. august
10:00 Kunningarstovan hevur opið til kl 17:00
10:00 Góður morgunmatur í Maud’sa køkshava
12:00 Guðstænasta í Nólsoyar kirkju við Anne Mette Greve Klemensen, presti
16:00 Maggie’s er opið til kl. 00:00
20:00 Kabarettin “That’s what sker” í Royndarhúsinum
Mánadagin 16. august
10:00 Kunningarstovan er opin til kl. 17:00
13:00 Matvørubúðin er opin til kl 17:30
14:00 Heimavirkið er opið til kl. 17:00
19:00 Kabarettin “That’s what sker” í Royndarhúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald