Undir stórslignu umstøðunum á Viðareiði er í dag ársins Norð Festivalur.
Byrjað varð longu við morgunmati klokkan 10 fyrrapartin, og í allan dag og alla nátt verða framførslur.
Stóra navnið í ár er uttan iva danski bólkurin TV-2, sum við sínum hittum fer at seta lív í áhoyrarafjøldina, sum væntandi verður størri í ár enn í fjør, tá festivalurin var á fyrsta sinni.
Tað er avmarkað við parkeringsplássum á Viðareiði, men ókeypis bussur koyrir av sandinum í Klaksvík til Viðareiðis hvønn heilan tíma, og av Viðareiði til Klaksvíkar hvønn hálvan tíma, so góðir møguleikar eru fyri farti báðar vegir.
Skráin fyri Norð Festivalin 2024
Stóri Pallur:
18.00: Jens Marni Hansen
20.00: TV-2
22.30: Týr
00.00: Eyðun, Terji og Kim
02.00 Vágaverk
03.00 Grandma´s Basement
Tjaldið:
11.30: Rakul Ró og Steintór syngja Kular Røtur
16.30: Brandar
19.00: Ester Skála
21.30: Karl Martin Samulsen
01.00: Signar í Homrum v/bolki
Terassan:
15.00: Rut & Mikkjal
15.45: Maria R. á Heygum
17.15: Døgg Nónsgjógv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald