Konsertdagurin Okkara Land fer av bakkastokki klokkan 17 í dag. Á pallinum fer í gongd klokkan 18 við Kára Fossdalsá, og síðani verður hildið á til tann ljósa morgun klokkan 3:45.
(Mynd: Okkara Land)
Lagt verður upp til veruligt syngið-við-kvøld í Marknagili. Danny & The Veetos fara at framføra teirra landaplágur, og eftir hetta verður "vágasound" við Tinganes.
Stóra navnið á plakatuni er helst Týr sum fer á pallin klokkan 23. Á midnátt fer húsorkestur á pallin og felagssangur er á skránni. Skíggjar verða settir upp við sangtekstum, so fólk kunnu syngja við.
Ljóðroynd fyri løtu síðan
--
Sí skránna:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald