Innanlands

Her er vinnararnir av virðislønum Norðurlandaráðsins

Føroyingar vóru tilnevndir til tríggjar útav fimm virðislønum í Stockhólmi í gjár. Greta Thunberg vann umhvørvisvirðislønina men ynksti ikki at møta upp

Greta Thunberg vann, men tók ikki ímóti (Mynd: EPA)

Greta Thunberg vann, men tók ikki ímóti (Mynd: EPA)

2019-10-30 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðurlandaráðið hevði stórt tiltak í Konserthuset í Stockhólmi í gjár, har virðislønir vórðu handaðar í fimm ymiskum bólkum. 

Føroyingar vórðu tilnevndir í trimum av hesum, men tað eydnaðist hjá nøkrum av teimum at vinna. 

Greta Thunberg, ið er vorðin heimskend fyri síni veðurlagsverkføll og síni orð um stríði fyri umhvørvinum, vann umhvørvisvirðislønina. Hetta loypti ikki hvøkk á, men Thunberg var ikki ikki staðar til handanina í sínum heimbýi. 16-ára gamla gentan sigur, at hon ynskir ikki at møta upp til slíkt, sum mótmæli móti at ov lítið verður gjørt at loysa umhvørvistrupulleikan. 

Danin Jonas Eika, ið vann bókmentavirðisløninan, nýtti sína takkartalu til at finnast at "rasistisku donsku stjórnuni". Hetta hevur vakt stóran ans í Danmark í dag.

Virðislønir Norðurlandaráðsins

Bókmentavirðislønin:
Jonas Eika, Danmark

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin:
Kristin Roskifte, Noreg
Føroyska uppskotið: Rithøvundurin Rakel Helmsdal og teknarin Kathrina Skarðsá fyri bókina, Miljusøgur

Filmsvirðislønin: 
May el-Toukhy, Maren Louise Käehne, Caroline Blanco og René Ezra 

Tónleikavirðislønin:
Gyða Valtýsdóttir, Ísland

Føroyska uppskotið: Rúni Brattaberg, operasangari

Umhvørvisvirðislønin: 
Greta Thunberg, Svøríki - valdi ikki at taka ímóti virðislønini 

Føroyska uppskotið: Guðrun & Guðrum fyri at gera mótaklæðir burtur úr ull, sum annar hevði verið koyrd burtur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder