Uttanlands

Her eru donsku ráðharrarnir

Stjórnin, við Mette Frederiksen sum forsætisráðharrra, er nú klár

2019-06-27 09:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mette Frederiksen, forkvinna hjá Sosialdemokratunum í Danmark, boðaði í gjár at Sosialdemokratarnir, Radikala Vinstra, Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindarlistin hava skipað samgongu. Nú er greitt hvør verður ráðharrar í nýggju stjórnini.

Her síggjast allir ráðharrarnir:

Forsætisráðharri: Mette Frederiksen, Sosialdemokratarnir

Fíggjarmálaráðharri: Nicolai Wammen, Sosialdemokratarnir

Uttanríkisráðharri: Jeppe Kofod, Sosialdemokratarnir

Løgmálaráðharri: Nick Hækkerup, Sosialdemokratarnir

Barna- og undirvísingsráðharri: Pernille Rosenkrantz-Theil, Sosialdemokratarnir

Vinnumálaráðharri: Simon Kollerup, Sosialdemokratarnir

Skattaráðharri: Morten Bødskov, Sosialdemokratarnir

Ráðharri fyri føðivøru, fiskarí og javnstøðu, og ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi: Mogens Jensen, Sosialdemokratarnir

Sosial- og innanríkisráðharri: Astrid Krag, Sosialdemokratarnir

Veðurlags-, orku- og veitingarráðharri: Dan Jørgensen, Sosialdemokratarnir

Transportráðharri: Benny Engelbrecht, Sosialdemokratarnir

Ráðharri fyri menningarsamstarv: Rasmus Prehn, Sosialdemokratarnir

Bústaðarráðharri: Kaare Dybvad, Sosialdemokratarnir

Heilsu- og eldraráðharri: Magnus Heunicke, Sosialdemokratarnir

Útlendinga- og integratiónsráðharri: Mattias Tesfaye, Sosialdemokratarnir

Verjumálaráðharri: Trine Bramsen, Sosialdemokratarnir

Arbeiðsráðharri: Peter Hummelgaard, Sosialdemokratarnir

Útbúgvingar- og granskingarráðharri: Ane Halsboe-Jørgensen, Sosialdemokratarnir

Umhvørvisráðharri: Lea Wermelin, Sosialdemokratarnir

Mentanar- og kirkjuráðharri: Joy Mogensen, Sosialdemokratarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder