2020-12-14 15:10

Á tíðindafundi seinnapartin kunnaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, um nýggjastu tilmælini, sum skulu minka um smittuspjaðingina um høgtíðina.
– Jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu fara at teljast millum okkara seinastu stóru avbjóðingar í koronastríðnum, og tí ræður nú um at taka seinastu tøkini á mál, segði løgmaður á tíðindafundinum.
Í stuttum snúgva broytingarnar seg um:
- Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
- Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald til, at tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
- Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
- Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
- Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17. desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
- Mælt verður til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
- Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
- Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald