Í gjár vórðu ymisku nevndirnir í Løgtinginum valdar
Les eisini: Hesi fáa formanssessirnar
Umboð vórðu eisini vald til ráðini, ið skulu umboða Føroyar.
In.fo skrivar, at Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, næstu árini skulu umboða Føroyar, tá tingfólk úr Norðurlondum savnast í Norðurlandaráðnum.
Jaspur Langgaard skal umboða Føroyar í Norðurlandaráðið
Johan Dahl er varamaður fyri Jaspur, og Aksel V. Johannesen avloysir Høgna Hoydal, um formaðurin í Tjóðveldi ikki fær møtt.
23-ára gamli Steffan Klein Poulsen er við í Útnorðurráðnum
Útnorðurráðið:
Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin
Heðin Zachariasen, Fólkaflokkurin
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Henrik Old, Javnaðarflokkurin
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Poul Michelsen, Framsókn
Hetta gjørdist eisini greitt á tingfundinum í gjár
Varalimir í Útnorðurráðnum eru:
Magnus Rasmussen
Annika Olsen
Bill Justinussen
Bjarni Hammer
Kristina Háfoss fyri Tjóðveldi
Bjarni Kárason Petersen fyri Framsókn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald