Uttanlands

Her rýmir Trump frá samrøðuni

Trump valdi at gevast eftir kegl við vertin í sendingini 60 Minutes

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-26 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kenda sjónvarpssendingin 60 minutes hjá amerikansku sjónvarpsstøðini CBS plagar hvørt valár at gera samrøður við forsetavalevnini. Samrøðurnar hesaferð hava fingið nógva umrøðu, av tí at sitandi forsetin, Donald Trump, valdi at bróta samrøðuna av eftir trý korter.

Í síðstu viku legði Trump sjálvur út samrøðuna út á Facebook-heimasíðu sína uttan loyvi frá CBS.

- Hyggið at undanstøðuni, hatrinum og frekleikanum hjá 60 minutes og CBS, skrivaði hann í í boðunum.

Nú hevur CBS sjónvarpsrøðin so kunngjørt alla samrøðuna saman við samrøðum við Mike Pence, varaforseta og valevnini hjá demokratunum, Joe Biden og Kamala Harris.

Her kemur fram, at samrøðan rættiliga skjótt gerst spent millum Donald Trump og roynda 60 Minutes-vertin, Lesley Stahl.

- Ert tú til reiðar til truplar spurningar? spyr Stahl

- Tú mást vera “fair”, svarar Trump.

Hon flennur eitt sindur, og endurtekur so spurningin, um Trump er til reiðar til truplar spurningar.

- Eg vil, at tað skal vera rættvíst. Tú setir ikki Biden truplar spurningar, svarar Trump áðrenn samrøðan byrjar av álvara.

Hon svarar aftur, at tað ikki var hon, ið gjørdi samrøðuna við Biden.

Eftir umleið trý korter snýr kjakið seg um miðlaætlanina hjá Trump og hansara áhaldandi skuldsetingum um, at miðlarnir framleiða falstíðindi.

Stahl sigur við Trump, at hann sjálvur fyri tíð síðani hevur sagt henni, at hann fer at koma við slíkum skuldsetingum fyri at seta miðlarnar í ringt ljós.

- Mær nýtist ikki at seta miðlarnar í ringt ljós, svarar Trump.

- Men tað var tað, tú segði við meg, vísir Stahl á.

- Tit seta tykkum sjálvi í ringt ljós, svarar Trump.

Tey keglast síðani um, hvørt Stahl tilvitað hevur ætlað at samrøðan skuldi fara fram í einum harðligum tóna. Ein av framleiðarunum hjá CBS brýtur inn og vísir á, at tíðin er við at ganga undan.

Tá tekur Trump avgerð um at gevast við samrøðuni og fer úr rúminum við boðum um, at hann kemur aftur. Tað ger hann ikki. Í staðin kemur Mike Pence, varaforseti, at tosa við Lesley Stahl fyri at verja avgerðina hjá forsetanum.

- Hvat hendi við forsetanum? spyr Stahl.

- Trump forseti er ein maður, ið sigur tað, hann meinar. Tað er ein av hansara stóru styrkjum, svarar Pence.

- Men hann rýmdi, brýtur verturin av.

- Sum forseti fyri USA, so amerikanska fólkið altíð veit hvar hann stendur.

Sjálv samrøðan í 60 Minutes snýr seg fyri tað mesta um amerikanska búskapin og koronastøðuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder