Innanlands

Her verða føroysku rógvararnir bjargaðir

Teir eru nú á veg til Rotterdam við farmaskipi

(Mynd: MRCC / Vørn)

(Mynd: MRCC / Vørn)

2022-08-19 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stutt fyri klokkan 15 føroyska tíð í gjár fekk MRCC Tórshavn at vita, at báðir føroysku rógvararnir vórðu bjargaðir umborð á farmaskipið Nordic Qinngua.

Tað var gjáramorgunin, at MRCC fekk boð frá rógvarunum, at báturin hjá teimum hevði fingið ein stóran sjógv, og fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin. Teir vóru í flótidraktum, høvdu mat og telefon og ein EPIRB neyðsendara. 

[object Object]Føroysku rógvararnir vórðu bjargaðir umborð á Nordic Qinngua

Nordic Qinngua er eitt stórt skip, sum er yvir 200 m langt og einar 40 breitt, men skipið fekk so bjargað báðum monnunum, sjálvt um støðan stundum var hættislig. Ein enskur flúgvari var eisini á staðnum fyri at stuðla. 

MRCC upplýsir, at skipið við rógvarunum er á veg til Rotterdam og verður har mánadagin.

MRCC hevur lagt hesa báðar myndirnar út av bjargingini:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder