Komandi vikurnar fara Herborg Torkilsdóttir, Evi Tausen og Rakul Petersen á eina minikonsertferð í Føroyum.
Herborg og Evi hava áður sungið saman til einstøk tiltøk og eru rættiliga samdar um, hvat fyri tónleikur liggur teimum á hjarta.
Evi verður og vitjar í Føroyum í nakrar vikur í september, so tær báðar hildu, at tað var eitt upplagt høvi, at syngja eitt sindur saman.
Tær báðar fara at syngja egin løg og kend coverløg- ein góður blandingur av country og folktónleiki. Rakul spælir guitar og syngur kór.
Konsertferðin byrjar 11. september á Café Karinsa í Hvalba. Tá verða tvær konsertir klokkan ávikavíst 16 og 20.
17. september klokkan 21 verður stovukonsert hjá Herborg í Dalalíð í Havn, 24. september klokkan 21 verður konsert á Bryggjuni í Vestmanna, og konsertferðin endar á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík 25. september klokkan 20.
Atgongumerki til einstøku konsertirnar kunnu keypast á www.atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald