Herborg Torkilsdóttir spælir á fyrsta sinni í Spaniastovu leygarkvøldið 24. oktober.
Herborg hevur verið sera virkin seinasta árið. Hon hevur givið út fleiri stakløg og hevur verið nógv at hoyra í miðlunum. Hon varð eisini tilnevnd í bólkinum “Ársins nýggja navn” til FMA 2020.
Herborg sigur, at hon og hennara dugnaligu tónleikarar fara at framføra løg hjá sær, bæði kend løg, sum “Are you sure”, “Lalala” og “Over the top”, men eisini fleiri løg, sum ikki eru givin út enn.
Víðari sigur Herborg:
– Vit gleða okkum ómetaliga nógv og hopa, at fleiri vilja deila hetta kvøldið saman við okkum.
Manningin er :
Herborg Torkilsdóttir, sang, Rakul Petersen, gittar og kór, Bjarni Lisberg, klaver, Michael Thomsen, bas, og Vár Miðberg, trummir.
Dyrnar lata upp kl 21.30. Koronatilmælini verða fylgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald