Innanlands

Herborg Joensen fekk ársins sálarheilsuvirðisløn

Hon hevur sum leiðari á Vaskarínum á Landssjúkrahúsinum í mong ár gingið fremst, tá tosað verður um rúmliga arbeiðsmarknaðin

Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, og Herborg Joensen (Mynd: Sinnisbati)

Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, og Herborg Joensen (Mynd: Sinnisbati)

2022-10-10 22:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins Sálarheilsuvirðisløn varð í ár latin til Herborg Joensen fyri hennara góða og gevandi arbeiði á Vaskarínum á Landsskjúkrahúsinum. 

Herborg hevur verið leiðari á Vaskarínum í mong ár og hevur gingið fremst, tá ið vit tosa um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

Í grundgevingini fyri virðislønina verður sagt, at Herborg Joensen er professionel, menniskjalig og dugur sera væl at fáa tað besta burtur úr tí einstaka. Samstundis sum hon er rúmlig, dugir hon væl at seta neyðugu krøvini til arbeiðsfólkið og tillaga arbeiðsuppgávurnar, so at øll skulu føla seg væl og eru nøgd við sítt arbeiði og arbeiðsinnsats.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder