Herborg Torkilsdóttir er ein ógvuliga produktiv sangarinna.
Nú hevur hon aftur verið í upptøkuhøli og innspælt ein sang, hon sjálv hevur skrivað. Sjónbandalag er eisini gjørt, har Herborg sæst sum bæði forsangari og bakgrundskór. Lagið er tøkt á YouTube.
”Eg uttan teg” eitur lagið, sum er tikið upp í Varmløse Studio í Norðurjútlandi.
Herborg skrivar soleiðis um nýggja sangin:
- Lagið er eitt atypiskt kærleikslag við nógvum stuttligum orðaspæli, m.a. “Bakkafrost uttan laks er sum Posta uttan TAKS” og ”Fressarnir uttan Terja er sum HB uttan verja”. Orðaspælið skal vísa, hvussu tómt lívið hevði veríð, uttan tann sum man elskar.
Herborg Torkilsdóttir hevur sjálv skrivað bæði orð og lag. Jens Varmløse spælir øll ljóðførini og hevur framleitt og ljóðblandað. Hans Poulsen hevur mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald