Uttanlands

Hercules-flogfar til Antarktis dottið niður

38 fólk vóru umborð

Horvna flogfarið er av slagnum Hercules C130 (Savnsmynd: EPA)

Horvna flogfarið er av slagnum Hercules C130 (Savnsmynd: EPA)

2019-12-10 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt hernaðarflogfar við 38 fólkum umborð er dottið niður á ferð úr Kili til Antarktis.

Tað boðar kilenska loftverjan frá í einum tíðindaskrivi sambært dpa-tíðindastovuni.

Talan er um eitt flutningsflogfar av slagnum Hercules C-130, sum beint fyri klokkan 17 í gjár, lokala tíð, fór av flogvøllinum í suðurkilenska býnum Punta Arenas.

Nakað eftir klokkan 18 misti loftverjan sambandið flogfarið, sum hevði kós móti Antarktis.

Eftir at tað vóru gingnir meira enn sjey tímar uttan samband við flogfarið metir loftverjan, at tað má vera dottið niður, verður sagt í fráboðanini.

Enn er vrakið av flogfarinum ikki funnið, og harvið heldur ikki nakar av teimum, sum vóru umborð. Manningin á flogfarinum taldi 17 og harafturat vóru 21 ferðafólk.

Flogfarið skuldi til eina kilenska hernaðarstøð í Antarktis, har manningin skuldi gera ymsar viðlíkahaldsuppgávur, skrivar Reuters.

Forsætisráðharrin í Kili, Sebastian Pinera, skrivar á Twitter, at hann og landsins innanríkisráðharri nú seta kós móti Punta Arenas fyri har, saman við verjumálaráðharranum, at finna fram til, hvussu farast skal fram viðvíkjandi leitingar- og kanningararbeiðinum, skrivar AFP-tíðindastovan.

Punta Arenas liggur nærhendis Magellansundið á suðurendanum av Kili.

Kili hevur eina fasta hernaðarstøð á Antarktis og hevur lagt krav fram um at fáa ræðisrætt yvir nstørri landøki, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder