
Klokkan 13 í dag hevur landsstýrið bjóðað miðlunum til tíðindafund í Kringvarpinum.
Tá verða nýggj koronatilmæli í sambandi við jólahøgtíðina løgd fram.
Á tíðindafundinum luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.
Enn er óvist júst hvørji tilmælini verða, men roknast kann við, at tað serliga verður vent sær til tey, sum koma til landið um jólini. Hóast tað ikki er nógv smitta í Føroyum í løtuni, er smittutrýstið høgt í londunum rundan um okkum, og landsstýrið fer tí at binda um heilan fingur.
Nógv hevur verið frammi um avmarkingar í býarlívinum, og tá stjórin í Kommunufelagnum verður við á tíðindafundinum, kann eisini roknast við, at herd tilmæli verða á ellis- og røktaheimum.
Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald