Innanlands

Herd tiltøk í Danmark: Krav um munnbind á øllum almennum støðum

Søla av alkoholi eftir klokkan 22 er bannað og savningarforboð sett niður á 10 fólk

Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

2020-10-23 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danska stjórnin hevur í kvøld boðað frá herdum koronatiltøkum.

Kioskir og matvøruhandlar sleppa ikki longur at selja alkohol eftir klokkan 22, og savningarforboðið verður sett niður á 10 fólk. Markið hevur annars verið 50 fólk.

Samstundis hevur krav um, at øll skulu bera munnbind innandura í almennum støðum. Tað er galdandi fyri matvøruhandlar, handilsmiðstøðir, ókasøvn og á miðnámsskúlum. Hetta verður galdandi frá 29. oktober.

Stjórnin mælir eisini til, at man ikki kemur saman við fleiri enn tíggju ymiskum persónum næstu fýra vikurnar. Hetta fyri at minka um møguleikan hjá korona at spjaða seg.

Orsøkin til herdu tiltøkini er vaksandi tal av smittaðum. Seinastu tríggjar dagarnar eru hvønn dag fleiri enn 700 fólk staðfest positiv við covid-19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder