Hergeir Teitsson nýggjur formaður í Vága tjóðveldisfelag

Hann avloysir Ingolf S. Olsen, sum ikki tók við afturvali. Jana Antonsdóttir Dam er eisini nýggj í nevndini

2025-04-09 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týskvøldið 8. apríl var eykaaðalfundur hjá Vága tjóðveldisfelag hildin í Beitinum.

Ingolf S. Olsen og Jakobina Ellingsgaard høvdu frammanundan boðað frá at tey takkaðu fyri seg fyri hesaferð. Ingolf hevur verið formaður felgasins.

Uppskot var um Hergeir Teitsson og Janu Antonsdóttur Dam sum nýggir limir, og tey tóku bæði við vali, staðfestir Vága tjóðveldisfelag.

Nevndin er eisini longu skipað, og greitt er, at Hergeir Teitsson tekur við sum forfólk.

- Nevndin skipaði seg eftir fundin soleiðis:· Hergeir Teitsson, forfólk og umboð í aðalstjórnini, Jana Antonsdóttir Dam, skrivari og Sølvi Simonarson, peningarøkil

- Nýggja nevndin hevur longu sett sær fleiri ætlanir um tiltøk og temakvøld, sum verður kunnað nærri um seinni, sum tíðindaskriv á miðlunum og á facebook síðuni hjá Vága tjóðveldisfelag. Limir kunnu eisini senda ein teldupost á [email protected] um tey ynskja at fáa beinleiðis kunning frá felagnum.

Á fundinum í gjár var eisini vitjan av Jóhan Christiansen, nýggja landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum. Hann greiddi frá teimum málum, ið hava ligið fremst á dagsskránni hjá honum higartil. Millum annað nevndi hann broytingarnar í sjófeingislógini, og hann staðfesti, at nógvur eftirspurningur hevur verið frá kommunum kring landið um at fáa landsstýrismannin á vitjan at tosa um vegakervið. Hann vísti eisini á, at hann er væl kunnaður av Landsverki um støðuna á landsvegakervinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder