Oddamaðurin í føroyska rokkbólkinum Týr, Heri Joensen, spælir ikki bara við Týr. Hann hevur fyrr givið tónleik út við bólkinum Heljareyga, har hann spældi saman við øðrum føroyskum tónleikarum enn teimum, hann vanliga spælir saman við.
Heri Joensen hevur seinastu árini búð í Kekkia saman við unnustu síni, Viktorie Surmová, sum eisini er rokksangari.
Og í gjár kundi plátufelagið Metal Blade Records boðað frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýstovnaða kekkiska rokkbólkin Surma. Oddafólk í Surma eru Viktorie og Heri.
Sáttmálin snýr seg um tríggjar útgávur, harav tann fyrsta kann væntast einaferð komandi ár.
Saman við tíðindunum legði plátufelagið eisini eina live-upptøku av Surma, sum sæst her niðanfyri. Heri Joensen skrivar sjálvur í eini viðmerking á Facebook, at hetta er einans triðju ferð, at orkestrið spældi henda sangin, og ”mítt ’growl’ var ikki besta formi hetta kvøldið”.
Heima í Føroyum síggjast fjeppararnir hjá Hera Joensen mest fram til februar, tá Týr fer at hava tríggjar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum.
Konsertirnar eru útseldar fyri langari tíð síðani. Ongantíð fyrr eru konsertir í Norðurlandahúsinum útseldar upp á so stutta tíð. Viktorie Surmøvá var við, tá tann verkætlanin varð kunngjørd í Norðurlandahúsinum.
Viktorie Surmøvá (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald