Áhugafelagið HR í Føroyum hevði fríggjadagin aðalfund á Hotel Hafnia. Uppmøtingin var góð, sigur felagið.
Umframt formellu skránna hjá áhugafelagnum, var Kim Staack Nielsen, formaður í Dansk HR, eisini við og hevði eitt upplegg um HR tendensir í framtíðini. HR í Føroyum fer í næstum í eitt tættari samstarv við Dansk HR.
Marjun Eystberg og Heidi Davdsen stóðu fyri vali, men valdu ikki at stilla upp aftur. I teirra stað vórðu Steinbjørn Hardlei og Bára Gásadal vald nýggj í nevndina.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin av nýggjum, við Hera Kjærbo sum formanni, Annu Mariu Ellingsgaard sum skrivara, Alaxandru á Dul, Steinbjørn Hardlei og Báru Gásadal, sum nevndarlimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald