Íslendska ferjan, Herjólfur III fer at taka sær av siglingini á Suðuroyarleiðini, tá Smyril fer í dokk seinni í ár, og tá verður í minsta lagi siglt 28 túrar um vikuna – ella fýra túrar um dagin.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning hjá Bjarna Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum m.a. hevur spurt inn til ferðaætlanina hjá avloysaraskipinum.
– Eftir føstu ferðaætlanini siglir Smyril 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna, tað vil siga 18 ferðir aftur og fram um vikuna. Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verður vanliga siglt færri túrar, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at Strandferðslan arbeiðir við at leggja ferðaætlanina, og verður hon løgd eftir, at tað tekur avloysaraskipinum tveir tímar og 45 minuttir at sigla.
Strandferðslan kannar í løtuni, um tað ber til at Herjólfur kann sigla fleiri túrar um vikuna enn teir 28, og hvussu tað skal skipast.
– Hetta fyri, at møguleiki eisini skal verða at flyta farm í tíðarskeiðnum. Fleiri viðurskifti skulu fáast uppá pláss, til dømis um manningar, tilbúgving, vaktarhald og játtan. Sáttmálar og ásetingar skulu haldast. Hetta kann økja túratalið um Suðuroyarfjørð til millum 34-42, og siglir Herjólfur 42 túrar um vikuna, so siglir hann alla tíðina og har ein part av tíðini er sett av til farmaflutning, sigur Uni Rasmussen.
Mugu skipa seg eftir umstøðunum
Bjarni Hammer vildi eisini hava at vita, hvat skuldi til, fyri at túrar vórðu avlýstir, og hvussu ítrótturin, pendlarar og arbeiðspláss skulu skipa seg hesa tíðina, meðan Herjólfur siglir fyri Smyril.
Til hetta svarar Uni Rasmussen, at tær avlýsingar, sum eru á Suðuroyarleiðini, eru meginpartin á hávetri. Eisini leggur landsstýrismaðurin afturat, at avloysaraskipið kann sigla í somu veðurlíkindum sum Smyril.
Uni Rasmussen sigur, at ítrótturin, pendlarar og arbeiðspláss mugu skipa seg eftir umstøðunum, sum verða nógv skerdar, meðan Smyril er í dokk, men í flestu førum koma ferðafólk ikki at standa eftir á keiini.
– Smyril tekur 200 bilar, ella 30 trailarar og sleip, meðan Herjólfur tekur 67 bilar, ella 18 trailarar og sleip. Verður hugt eftir ferðafólkahagtølum frá undanfarnu árum, so verður tað í allar flestu førum soleiðis, at øll ferðafólk sleppa við Herjólfi, og at eingin fer at standa eftir á keiini.
– Herjólfur fer at hava eina bókingarskipan, sum merkir, at neyðugt er at bóka ávísan túr fyri at tryggja sær at fáa bilin við, tá ið Herjólfur skal avloysa Smyril.
– Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at kanna, hvussu farmaflutningur við Herjólfi av vørum innan fiskaframleiðslu og ídnaðarframleiðslu kann vera skipaður, meðan Smyril er í dokk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald