2022-05-29 21:03
Ferðamannaskipið Herjólfur III, sum Strandferðslan, hevur leigað úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi til sigling á Suðuroyarleiðini, hevur sett kós móti Føroyum.
Sambært AIS hjá Marinetraffic verður farið á Skála í fyrsta umfari.
Eftir ætlan skal Herjólfur II í sigling um hálvan juli, og skipið skal sigla sum farmaskip saman við Smyrli á Suðuroyarleiðini. Eisini skal Herjólfur III avloysa Smyril, tá strandfaraskpið fer í dokk í Danmark 16. august og fimm vikur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald