Innanlands

Herjólfur III hevur fingið siglingarloyvið

Er nú á veg suður á Krambatanga at gera seinastu royndirnar áðrenn hann verður settur í sigling fyri Smyril leygardagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-18 07:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk Herjólfur III endaliga siglingarloyvið, og kundi sostatt fara undir royndarsigling nakað eftir nátturða. Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Beint eftir at Smyril var farin av Havnini seint í gjárkvøldið, legði Herjólfur at bryggju undir havnaskrivstovuni, og fór síðani undir farstøðina at liggja fyri náttina. Royndirnar við nýggju rampuni umborð vístu seg at rigga væl til rampurnar í Havnini. 

Í morgun loysti Herjólfur av Havnini, og er nú á veg suður á Krambatanga. Har skulu seinastu fyrireikingarnar gerast, áðrenn skipið fer í sigling leygardagin.

Endaliga ferðafólkaloyvið frá føroyska sjóvinnustýrinum er til 385 ferðafólk, ið er nakað minni enn í upprunaliga ferðafólkaloyvinum úr Íslandi. Orsøkin er millum annað, at pláss skal vera fyri tveimum manningum umborð, so skipið kann røkja náttarsigling. 

Strandferðslan vísir á, at eins og á Sandoyarleiðini, ber nú til at bíleggja pláss til akfør og ferðafólk umborð á Herjólfi. Tey sum hava ella stovna sær ein vanga, fáa 15 prosent í avslátri fyri ferðafólk og persónbilar.

Akfør við plássbílegging hava eisini framíhjárætt at sleppa við umborð.

Les eisini: Munur á skipum: Herjólfur á royndartúri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder