Mentan

Hermaðurin Dar Salim kemur heim aftur 

Filmsfelagið vísir danskan film um hermann, sum stríðist við gerandis tilveruna eftir at vera komin heim av hermótinum

2025-11-20 10:02 Author image
Innsent
placeholder

Eingin friður er á danska hermanninum, Youssef, sum nú er heima, men í mong ár hevur verið á fleiri hermótum. Kríggið hevur myndað hann. Heima í Danmark stríðst hann við gerandis tilveruna sum sivilur borgari og pápi.

Men eftir eina skakandi hending ívið hús, verður Youssef noyddur at fara frá familjuni og út á oydnu oynna Strynø, at møta øðrum fyrrverandi hermonnum og koma til sín sjálvs í abyrgdu náttúruni.

Tá ein av gomlu vinmonnunum frá krígnum bráddliga kemur og blandar seg uppí, er Youssef um at verða drigin inn í krígsins døkku ræðuleikar aftur. Hann má taka støðu, um hann vil fara aftur krígsins kaotiska veruleika, sum hann kennir so væl, ella um hann vil finna styrkina, aftur at verða pápi.

Umframt veruligar hermenn, eru leikararnir Dar Salim, Christine Gjerulff og Thomas Abrigo. Hetta er fyrsti filmur hjá Christian Holten Bonke.

Filmsfelagið vísir danska filmin “Herkules falder” í Havnar Bio mikudagin 26. november kl. 20

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder