Støðan í Norðuritalia er nú so álvarslig, at herurin er settur inn at flyta deyð burtur í hernaðarakførum. Gravarhjálpararnir eru sjúkir og líkbrenningarhúsini ovbyrjað.
Tað minti mest um ein krígs- ella ræðufilm, tá ein long røð av hernaðarakførum stóð við kirkjugarðin í býnum Bergamo og bíðaði eftir at koyra 60 deyð fólk burtur, skrivar lokala blaðið L’eco de Bergamo.
Sambært blaðnum hevur líkhúsið í Bergamo ikki kapasitet til at hava fleiri lík standandi í longri tíð. Líkbrenningarhúsini í býnum koyra longu við fullari kraft allar tímarnar á samdøgrinum, og alla tíðina legst afturat við líkum.
Støðan í býnum var so álvarslig, at tey máttu seta líkini inn í Ognissanti kirkjuna, sum liggur beint við kirkjugarðin í býnum.
Fyri at loysa trupulleikan, verða líkini nú koyrd til aðrar býir, har pláss er í líkbrenningarhúsunum.
Sambært almennum tølum, doyðu 93 fólk í Bergamo í gjár orsaka av koronavirus. Tað skrivar blaðið Corriere della Sera, men sambært borgarstjóranum, Giorgio Gori, er talið helst væl hægri, tí fólk við sjúkueyðkennum doyggja so skjótt, at myndugleikarnir ikki fáa stundir at kanna tey fyri virus.
- Líkbrennihúsið í Bergamo koyrir í fullari styrki allar tímarnar á samdøgrinum, og megnar bert at kremera 25 lík um samdøgrið, sigur borgarstjórin við Corriere della Sera.
Fólkið í Bergamo kundi tí í gjárkvøldið uppliva, at hernaðarakfør koyrdu út úr býnum við deyðum, meðan tey sjálvi sótu innilæst í egnu íbúðum teirra.
Fleiri tóku tað upp á film.
Bergamo, 60 bare vengono portate a cremare. pic.twitter.com/t4xHDVUOek
— davide delprato (@DavideDelprato) March 18, 2020
Nógv fýlast á, at býurin ikki hevur fingið neyðuga hjálp. Sambært borgarstjóranum, eru gravarhjálpararnir, sum taka sær av teimum deyðu í býnum, ikki longur førir fyri at hjálpa.
Fleiri av teimum hava latið fyritøkuna aftur, tí tey eru vorðin sjúk, sigur borgarstjórin.
Myndir á sosialu miðlunum vísa, at har gravarhjálparar enn eru virknir, hava tey úr at gera.
Eisini í restini av Italia er støðan álvarslig, skrivar danska tv2.dk.
Í gjár vórðu skrásett 35.713 tilburðir við koronavirus, og talið av deyðum vaks við 475 til 2.987 tilsamans. Yvir 14.000 fólk liggja innløgd, herav 2.250 á intensivari deild.
Bergamo er tann býurin í Italia, sum er harðast raktur. Her eru 4.305 fólk sjúk, skrivar Corriere della Sera.
Borgarstjórin hevur nú skrivað eitt takkarbræv til grannabýirnar, sum hjálpa til við at taka sær av teimum deyðu.
- Í hesi sorgarstund er tykkara hjálp og nærvera ómetalig. Okkara kirkjugarður megnar ikki trupulleikan. Flestu familjur velja at brenna teirra deyðu, og orsaka av hesum er býarstýrið og felagið, sum rekur brennistøðina, í eini støðu, har vit ikki megna álvarsligu støðuna, ið er íkomin, hóast vit arbeiða uttan íhald, skrivar Giorgio Gori í brævinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald