Uttanlands

Hernaðarflogfar datt niður í Filipsoyggjunum

92 fólk vóru umborð, og í minsta lagi 29 hava latið lív

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-04 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun datt eitt hernaðarflogfar niður í Filipsoyggjunum.

92 fólk vóru umborð, og í minsta lagi 29 teirra hava latið lív. Nógv eru koyrd á sjúkrahús, men enn eru 17 saknaði, skriva altjóða miðlar.

Flogfarið var av slagnum Lockheed C-130, og tað datt niður, tá tað skuldi lenda á oynni Jolo í Sulu-landslutinum.

Nógv av fólkunum umborð vóru hernaðarfólk, sum júst høvdu tikið eina hernaðarliga støðisútbúgving og skuldu setast inn á Jolo fyri at luttaka í stríðnum móti hernaðarbólkum í økinum, skrivar Ritzau.

Sambært talsfólki hjá filipinska herinum er tó einki, sum bendir á, at tað var eitt álop, sum var orsøkin til, at flogfarið datt niður. Umstøðurnar kring vanlukkuna verða tó fyrst kannaðar, tá bjargingararbeiðið er liðugt.

Á Jolo búgva uml. 500.000 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder