Finski forsetin, Alexander Stubb hevur í dag vitjað ukrainska starvsbróðir sín Volodymyr Zelenskyj í Kyiv.
Partarnir hava undirskrivað eina tíggjuára trygdaravtalu, sum snýr seg um trygdarsamstarv og stuðul millum londini.
Sambært Stubb fer Finnland at senda hernaðarstuðul til Ukraina fyri 188 milliónir evrur, ið svarar til umleið 1,4 milliardir í okkara krónum.
Við hesum hevur Finnland stuðlað Ukraina við tilsamans 15 milliardum krónum, og sambært Ritzau er talan um 23. stuðulspakka úr Finnlandi.
Finnland, ið gjørdist partur av Nato í apríl í fjør, fer at lata Ukraina lóður, útgerð til herflotan og egna vápnaframleiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald