Uttanlands

Herurin stuðlar Maduro

Er ikki eydnast USA at ávirka herleiðsluna í Venesuela

Vladimir Padrino (Mynd: EPA)

Vladimir Padrino (Mynd: EPA)

2019-02-20 08:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herurin í Venesuela er framvegis trúgvur móti sitandi forsetanum í landinum, Nicolás Maduro. Tað varð staðfest í gjárkvøldið eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í eini røðu í gjár heitti á herin um at skifta síðu og viðurkenna andstøðuleiðaran, Juan Guaidó, sum forseta í Venesuela.

Maduro sýtir fyri at lata neyðhjálp koma inn í landið, og hevur tí sent boð til herin um at steingja landamørkini.

Samstundis arbeiðir Guaidó við at savna eina millión sjálvboðin, sum leygardagin 23. februar skulu royna at bróta stongsulin og fáa neyðhjálpina inn í landið.

Men herurin fer at fylgja boðunum hjá Maduro og ætlar at ansa eftir landamarkinum. Tað váttaði herurin í gjárkvøldið.

- Vápnaðu deildirnar fara framhaldandi at standa á varðhaldi við mørkini fyri at forða fyri at landsins sjálvræðisrætt verður brotin, sigur verjumálaráðharrin í landinum, Vladimir Padrino, og váttar harvið, at herurin treytaleyst er lýðin móti Maduro.

Bæði matur og heilivágur liggur á goymslu við markið til Venesuela, og USA heldur áldandi fram við at senda neyðhjálp til økið.

Men Maduro heldir ikki, at Venesuela er í kreppu. Ístaðin heldur hann, at talan er um ein politiskan leik, ið skal geva USA eina umbering fyri at leypa á landið.

USA og hálvthundrað onnur lond hava fordømt Maduro og lýst Guaidó sín stuðul. Venesuela er rakt av matvøru- og heilivágstroti og stórari inflasjón.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder