Innanlands

Herverk á bát í Vestmanna

Vatn fylt í maskinrúmi á báti, sum stóð inni í einum neysti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-30 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan er í dag í Vestmanna fyri at kanna eitt óvanligt herverksmál móti einum báti.

Boðað var frá tilburðinum seinnapartin í gjár. Tað snýr seg um ein bát, sum stendur inni í einum neysti.

Har hevur onkur verið inni og við spulislangu fylt vatn í maskinrúmið á bátinum. Helst hevur ætlanin verið at oyðileggja maskinuna í bátinum, og tí verður málið kannað, sum herverksmál.

Løgreglan var eisini úti til eitt annað herverksmál í gjár. Tað var í Havn, har ein persónur hevur verið inni á einum almennum stovni og tekna upp á skeltir har inni. Løgreglan hevur funnið fram til gerningsmannin, sum nú verður skuldsettur fyri herverk, upplýsir vaktleiðarin á løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder