
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at í nátt er herverk framt móti ymsum av tí, sum kommunan hevur fríðkað við í miðbýnum til jóla.
Eitt nú vórðu nøkur jólatrø á Vaglinum løgd fløt, og allir blómupottarnir í gongugøtuni vóru koppaðir inn á koyribreytina.
Síkt herverk er bæði keðiligt og kostnaðarmikið fyri okkum øll, skrivar torshavn.fo.
Løgreglan hevur verið á staðnum í morgun og hugt eftir umstøðunum. Nú verður málið kannað nærri, og onkur persónur er undir illgruna.
20 jólatrø stolin
Um tað er samband millum hetta, og at tjúgu jólatrø eru stolin frá felagsskapinum Kiwanis í nátt, er ikki heilt vist. Kiwanis selur jólatrø við Sjónleikarhúsið, og pengarnir fara til børn og barnafamiljur sum hava trong fíggjarlig kor. Trøini hava ikki verið innilæst um náttina, skrivar vp.fo.
Løgreglan váttar, at ein unglingi svevur á støðin, og at hann verður avhoyrdur um málið, tá hann vaknar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald