Herverk á úthurð á Argjum

Her hava dreingir gjørt um seg, sigur løgreglan - í so stóran mun at durakarmurin brotnaði. Ein persónur hevur eisini meldað ein annan, sum sparkaði seg í rørarnar

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan um dreingir. Teir høvdu gjørt

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan um dreingir. Teir høvdu gjørt "fortreð" (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-09 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt herverksmál varð meldað á Argjum seinnapartin í gjár.

Tað var seinnapartin, at sparkað varð so hart á úthurðina á einum sethúsum, at karmurin brotnaði.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan um dreingir. Teir høvdu gjørt "fortreð".

Tað er tó keðiligt, tá slíkt leiðir til, at fólk noyðast at skifta durakarm, staðfestir vaktleiðarin.

Tað tykist at vera eitt slag av afturvendandi trupulleika, at ungdómar trýsta hvønn annan at skapa trupulleikar á hendna hátt, er staðfestingin.

Løgreglan fekk eisini eitt mál inn, um ein persón, ið gjørdi skaða á ein annan persón. Viðkomandi, ið meldaði, sigur seg verða sparkaður í rørarnar á skeinkistaði í Havn sunnunáttina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder