placeholder
Innanlands

Herverk á vesunum á Havnarskrivstovuni í Vestmanna

Talan er um ung fólk, sum fara inn at hugna sær um kvøldarnar, og avgerð er nú tikin um at steingja vesini um kvøldarnar og í vikuskiftinum

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2020-10-21 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin boðaði Vestmanna kommuna frá, at vesini á Havnarskrivstovuni í Vestmanna frameftir bert verða opin gerandisdagar millum klokkan 8 og 16.

Orsøkin til hetta er, at tað áhaldandi verður gjørt herverk á vesunum.

Sambært Agnar Joensen, ið er havnaumsjónarmaður á Havnarskrivstovuni, er talan bæði um herverk og um ung fólk, sum fara inn á vesið at ballast og hugna sær um kvøldarnar, og tí er ofta nógv órudd á vesinum.

– Vesini eru mest ætlað til ferðafólk, og tey eru her ikki um næturnar, sigur Agnar Joensen, sum leggur afturat at hetta helst ikki fer at fáa stóra ávirkan, tí at lítið av ferðafólki er um hesa tíð.

Men um summarið verður helst neyðugt at hava opið í vikuskiftinum aftur, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder