2020-02-09 09:57

Hjá løgregluni hevur sum heild verið talan um eina friðarliga nátt.
Fráboðan kom tó um eitt herverk. Ein rútur í handilsmiðstøðini í SMS var brotin. Tað varð skjótt funnið útav, hvør hevði framt hetta brotið, og viðkomandi skal gjalda eina bót fyri atgerðina.
Annars hevur løgreglan verið á nøkrum dansi- og skeinkistøðum, tí ávirkaði fólk hava verið til ampa. Í slíkum førum ringir ein duravørður til løgregluna, og vakthavandi sigur, at tað hjálpir sum oftast skjótt, at løgreglan kemur á staðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald