Innanlands

Herverk í Fuglafirði

Ein maður varð handtikin tíðliga í morgun, eftir at hann hevði brotið ein rút á einum pitsastaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár ávaraði løgreglan um hálku á Oyggjarvegnum eftir, at fleiri bilførarar høvdu ringt til løgregluna at boða frá, at tað næstan ikki var koyrandi á vegnum.

Ein bilur fór útav vegnum og endaði á takinum. Tveir persónar vóru í bilinum, og teir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sagt verður, at seinasta náttin sum heild hevur verið friðarlig, hóast fitt av fólki hevur verið í býnum. Løgreglan var úti og kannaði skeinkistøð, og har var gott skil á. Men klokkan hálvgum fimm í morgun varð boðað frá herverki í Fuglafirði. Talan var um ein mann, sum hevði brotið ein rút á einum pitsastaði í bygdini.

Løgreglan sendi eina hundapatrulju á staðið, men tá hon kom fram var maðurin rýmdur. Tó megnaðu hundarnir at snodda seg fram til mannin, sum hevði krógvað seg aftanfyri ein garð.

Maðurin bleiv handtikin, og situr hann nú í brummuni í Klaksvík. Maðurin var ávirkaður, og verður hann avhoyrdur seinni og helst skuldsettur fyri herverk.

Beint áðrenn klokkan seks varð ein maður eisini funnin avdottin niðri í býnum í Havn, og løgreglan tók hann við sær á støðina at sova rúsin av sær, og har liggur hann enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder