Innanlands

Herverk í húsum og órógv í SMS

Tvey fólk eru skuldsett fyri at bróta tveir rútar í einum sethúsum í Havn. Ein persónur gjørdist so illur, at tað gekk útyvir fleiri fólk í handilsmiðstøðini

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-02-05 10:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein heldur serstøk hending fór fyri seg í  í einum húsum í Havn seint fyrrapartin í gjár, týsdagin.

Løgreglan fekk fráboðan um, at har var ófriður í einum sethúsum. Komin á staðið kundi patruljan staðfesta, at tveir rútar vóru brotnir.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur fyrrapartin, at talan er um tvey fólk, sum verða skuldsett fyri herverk - fyri at hava brotið ein rút hvør. Rútarnir vórðu brotnir innanfrá.

Tað varð ikki gjørt greitt, um hetta vóru hús, har fólkini búðu ella ikki. 

Sí eisini: Ein treytað frádøming og fleiri klipp í Vestmanna

Vaktleiðarin greiddi eisini frá, at ein hending var í SMS seinnapartin týsdagin. 

Ein drukkin persónur var ógvuliga illuur og vísti óhøviskan atburð, sum gekk yvir starvsfólk og onnur í handilsmiðstøðini.

Fyri hetta brot á skilhaldsreglarnir fær hann eina bót áljóðandi 1.500 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder