Innanlands

Herverk í Klaksvík

Í nátt varð boðað frá, at onkur hevði brotið ein stóran rút í einum virkisbygningi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-07 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um herverk í Klaksvík.

Talan var um ein persón, sum hevði brotið ein rút í einum virkisbygningi. Rúturin var stórur - 115 x 240 centimetrar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sum skilst er eingin tikin fyri herverkið enn. Boðað varð tó frá, at ein ókendur maður varð sæddur á staðnum, men hann rýmdi beint eftir hendingina.

Løgreglan sendi fólk á staðið at kanna málið, og sløkkiliðið setti eina plátu fyri rútin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder