Innanlands

Herverk í plantasjuni í Vági

Ótangar hava gjørt seg inn á eitt økið har borð og benkur vóru sett upp

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2019-08-20 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Plantasjan í Vági er eitt sera hugnaligt stað, sum nógv fólk vitjað alt árið. Men nú er onkur sum hevur gjørt herverk í plantasjuni. Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

- Gøta er gjørd niðan gjøgnum plantasjuna og á leiðini niðan gjørdu ung í arbeiði fyri tveimum árum síðani eitt økið, har borð og benkur vórðu sett upp.

- Tíverri hava ótangar nú gjørt seg inn á hetta økið. Hava borið borðið við benkrum oman frá økinum og tveitt oman ímillum trøini, skrivar Vágs kommuna.

- Lítið hugalig sjón, tá hugsað verður um hvussu nógv eru glað fyri plantasjuna, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder