
Kjakið um líka rættindi fyri øll foreldur hevur fylt nógv í seinastuni, og málið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini verður í løtuni viðgjørt í Løgtinginum. Eitt broytingaruppskot er lagt fyri tingið.
Les eisini: Christian Andreasen roynir at finna semju
At hetta er á breddanum sást eisini á portrinum í Havnar Kirkju í morgun. Onkur hevði skrivað "Antikrist rætt stava LGBT", har t-stavurin var sum ein krossur. Tískil bendir alt á, at persónurin/persónarnir, ið hava skrivað hetta eru greitt ímóit uppskotinum.
Málið er eisini til løgregluna sum herverk. Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá vakhavandi á løgreglustøðini í Havn.
Hann sigur, at stavirnir vórðu festir við kolstift og ikki til dømis lakki, og tí er lætt at fáa tað av. Men klokkan 17 seinnapartin vóru stavirnir ikki fingnir av.
Løgreglan kannar málið í løtuni men hevur eingin ítøkilig spor.
-
Soleiðis sá út í morgun (Mynd: Ingun í Skrivarastovu)
-
Stavirnir standa enn á portrinum (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald